Rani fer frá sum talvformaður

Talvsambandið og Bridgesambandið hava í felag stovnað Hugaítrótt Føroya, sum skal arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá telvarum og bridgespælarum

TALVSAMBANDIÐ AÐALFUND

Í dag hevur Talvsamband Føroya aðalfund. Hann verður hildin á Hotel Hafnia, og tað er greitt, at nýggjur formaður skal veljast í Talvsambandinum. Rani Nolsøe, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini, hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali. Tað skilst, at tveir aðrir nevndarlimir ? John Jacobsen, skrivari, og Martin Berg ? heldur ikki taka við afturvali. Tískil skulu tríggir nýggir nevndarlimir veljast. Nevndin skipar seg sjálv.
Tíggju tey seinastu árini hava klaksvíkingar tikið sær av formanssessinum. Undan Rana var Finnbjørn Vang formaður í tvey ár, og undan honum var Jákup Mikkelsen formaður í fýra ár. Undan aðalfundinum er ikki greitt, hvør fer at verða valdur í nevndina og hvør fer at verða formaður, men Rani Nolsøe sigur, at teir hava tryggjað sær, at nevndin fer ikki at liggja ómannað. Tað eru við øðrum orðum tey, sum vilja taka avbjóðingina á seg at fyrisita føroysku telvingina.
Á aðalfundinum fer nevndin at kunna um samstarv, sum Talvsamband Føroya er farið undir saman við Bridgesambandi Føroya. Teir nevna felagsskapin Hugaítrótt Føroya, sum ætlast at hava somu uppgávu fyri hesi bæði sambondini, sum ÍSF hevur fyri ítróttarfeløgini. Rani Nolsøe sigur, at tað fyrst og fremst er fyri at gera vánirnar fyri fíggjarligum inntøkum betri, at felagsskapuin er stovnaður. Talvsamband Føroya hevur áður fingið eitt hundrað túsund krónur á fíggjarlógini. Í ár fáa teir 225 túsund krónur. Bridgesamband Føroya er í ár fyri fyrstu ferð á fíggjarlógini.

Kasparov og gerandisdagurin
Tá ið vit spyrja Rana Nolsøe, um tað er okkurt, sum hann er serliga glaður fyri at hava verið við til tey fýra árini, sum hann hevur verið formaður í Talvsambandinum, so býtur hann svarið í tveir partar:
? Um eg skal nevna eina einstaka serliga minnisríka hending, so er tað, at vit á Norðoyastevnu í 2001 høvdu vitjan av Kasparov. Tað var fantastiskt, og hjá mær sjálvum var tað serliga áhugavert, at eg var vertur hjá honum og fylgdist við honum alla tíðina, meðan hann var her. Tað var barnadreymurin hjá øllum telvarum, sum hesar dagarnar gjørdist veruleiki hjá okkum øllum, sum fáast við telving í Føroyum.
? Harafturat vil eg siga, at tað er hugaligt, at tað tykist grógva um gangandi fót í føroyskari telving. Barnakappingar verða fyriskipaðar, og tað tykist ikki at vera trupulleiki at fáa fyrireikarar til tiltøk og kappingar, sum eru fyritreytin undir støðugari menning av føroyskari telving, og áhugin at luttaka er stórur.
Ert tú móður av nevndararbeiðnum?
? Tað hevur verið áhugavert, og eg havi kent tað sum ein forrætt at hava verið við. Eg eri ikki troyttur av telvingini ? tað verði eg neyvan nakrantíð ? men fyri meg eru fýra ár nóg mikið sum formaður í Talvsambandinum.
Umframt Rana Nolsøe, John Jacobsen og Martin Berg eru í nevndini Jógvan Joensen og Sámal Kristiansen. Teir standa ikki fyri valið fyrrenn næsta ár. Jógvan Næs er kappingarleiðari, og hann arbeiðir við at leggja liðkappingina til rættis. Tað plagar at verða farið undir hana um mánaðarskiftið oktober/november.
? Telvarar eru praktiskir. Teir fáa fyrst fjallgongu og fletting frá hondini, áðrenn teir fara undir landskappingina, staðfestir Rani Nolsøe.