Rani Andrasson Skaalum hevur í dag tikið sæti á Løgtingið fyri fyrstu ferð. Hann kemur inn fyri Jenis av Rana, ið er í farloyvi í eina viku.
Rani Skaalum hevur fleiri ferðir stillað upp fyri Miðflokkin og var fjórði maður á listanum hjá flokkinum við seinasta val. Hann hevur í mong ár sitið í floksstjóran floksins.
Eisini er hann fyrrverandi nevndarlimur í Ung fyri Miðflokkin.
Karsten Hansen er fyri eykamaður hjá Miðflokkinum, men tað lá ikki fyri hjá honum at taka sæti á Løgtingi.