Rangers vann Old Firm

Størsti dysturin í skotskum fótbólti er millum arvafíggindarnar Celtic og Rangers.

Liðini úr Glasgow hittust sunnudagin í landskappingardysti, og hesaferð var tað Rangers, sum vann. Celtic er annars greitt oddalið í skotsku kappingini, men teir kláraðu ikki at knógva Rangers hesaferð. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði ugo Ehiogu við einum framúr góðum fluktar stutt eftir hálvleikssteðgin.