Í fyrra dystinum í Skotlandi megnaði Glasgow Rangers at vinna sannførandi 2-0 sigur, men í kvøld mugu teir sigast at vera sera hepnir. Fleiri ferðir bjargaði málverji teirra teimum, og hóast teir taptu 1-0 móti Werder Bremen í kvøld, so komu teir víðari til fjórðingsfinalurnar, takkað verið sigrinum í Skotlandi.
Málið hjá týskunum skoraði brasiliumaðurin Diego, men tað var ov lítið, hjá Bremen, ið nú mugu út úr kappingini, hóast at teir niðurspældu Rangers á skammuligasta máta í kvøld.
Ensku liðini í Champions League komu øll víðari til fjórðingsfinalurnar, men í UEFA-Cup stendur verri til. tvey ruku út í gjárkvøldið, og í kvøld ruku eisini Bolton.
Bæði Tottenham og Everton vunnu annars sínar dystir í gjárkvøldið, men brotssparkskappingarnar spiltu teimum gleðina. Í kvøld royndu Bolton seg so í Portugal móti Sporting.
Bolton hevði ein 1-1 javnleik frá Rebook leikvøllinum í Onglandi, og skuldu teir sostatt fram á vøllin at skora, skuldi tað eydnast teimum at koma víðari. Hetta eydnaðist ikki, og sum dysturin leið, var alt meira opið til kontraálop. Hetta er nakað, ið Sporting tykjast at hava vant, tí álopini skolaðu móti Bolton málinum, seinastu 20 minuttirnar.
Lítið nyttaði fram eftir hjá onglendingunum, og tá fimm minuttir írestaðu kundu Sporting so skora sigursmálið, eftir enn eitt kontra. Málskjúttin var Pereirinha.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í bæði UEFA Cup og Champions League verður í morgin, og vit fara at fylgja lutakastinum á portalinum.