Veteranurin hjá Kyndilskvinnum, Randi S. Wardum hevði hug at geva sær sjálvari skyldina fyri, at Kyndilskvinnur taptu 21-27 ímóti Neistanum í tí fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnunum.
- Eg fekk eina býtta útvísing, sum kostaði okkum dýrt ta avgerandi løtuna, segði Randi S. Wardum aftaná dystin.
Randi S. Wardum trýr tó enn uppá møguleikan: - í kvøld vunnu tær við seks málum, hina hálvfinaluna vinna vit við sjey málum, segði ein bjartskygd Randi S. Wardum aftaná dystin.
Marjun Danberg hjá Neistanum helt, at tær høvdu fleiri streingir at spæla uppá, og tá tær fingu leikferðina upp gjørdist veruligur munur á liðunum. Marjun Danberg segði seg verða ivaleysa í, at neistakvinnur verða at síggja í steypafinaluni.
Tað ber til at hoyra prátini við Randi S. Wardum og Marjun Danberg undir greinini.