Randi hevur bindiskeið

Um vikuskiftið hevur Randi Samsonsen bindiskeið í Norðurlandahúsinum í Havn. Verkstovan tekur støði í tilgongdini at binda eina mynd. Arbeitt verður miðvíst við litsamanseting, litlæru, taktiliteti, kompositión og týdninginum, sum hesi hava fyri myndina.

Bindiskeið við Randi Samsonsen
Norðurlandahúsið í Havn
Leygardagin 25/1 & sunnudagin 26/1