Føroyska U18-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í menningarkappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Lettlandi. Úrsltið í gjár gjørdist 4-3 til Turkaland, skrivar FSF.fo.
- Genturnar stríddust sera væl allan dystin, og høvdu helst uppiborið stig. Men mótstøðuliðið var gott, og gjørdu eisini ímóti reglunum hjá UEFA viðvíkjandi spælitíð til allar – hetta fyri at vinna dystin. Eg eri nøgdur við avrikið, men ikki úrslitið, sigur John Petersen, venjari.
Turkaland var fyrsta avbjóðingin hjá føroyska U18-landsliðnum við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Riga í Lettlandi. Og føroyska liðið kom eisini væl frá byrjan, og longu tá fyrri hálvleikur var lítið meir enn hálvrunnin var støðan 3-0 til Føroyar. Men tá avtornaði fóru tær turkisku avstað við øllum. Úrslitið gjørdist 4-3 til Turkaland.
Tá 13 minuttir vóru spældir legði Rebekka Danielsen Føroyar á odda, og lítla løtu seinni økti Jensa Tórolvsdóttir til 2-0, áðrenn Kristin Højsted í 23. minutti skoraði til 3-0. Turkalandi eydnaðist tó at minka um munin við brotssparki beint fyri steðgin.
- Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik, har allar avtalur verða hildnar, og genturnar eru sera effektivar framman fyri málinum. Dagsins spælari hjá okkum, Randi á Bergi, er eisini viðvirkandi til, at vit eru á odda 3-1. Í seinna hálvleiki gera vit fleiri mistøk, kanska orsaka av møði – og tíverri fáa turkar trý mál afturat, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Næsti dystur hjá føroyska U18-landsliðnum verður mánadagin, tá Lettlandi er mótstøðuliðið. Ferðalagið kemur aftur til Føroyar týsdagin.
Føroyska liðið:
Randi á Bergi (G), Poula Andreasen, Jensa Tórolvsdóttir, Sara S. Lamhauge, Julia N. Mortensen (C), Kristin Højsted, Hanna K. Poulsen, Julia Helena Henriksen, Rebekka K. Olsen, Rebekka E. Danielsen og Sanna Jacobsen.
Hesar komu inn:
Ása S. Carlsen, Bjarta Djurhuus, Rúna Olsen, Sólva Strøm Olsen, Andrea Hoydal (G), Rebekka Gjógvará og Sonja Dalsgaard.










