Randarsól: Stevnan eydnaðist væl

- Einasta, sum kanska ikki riggaði júst, sum vit ætlaðu, var flutningurin, tí trýstið um fjørðin lá eitt sindur øðrvísi, enn vit høvdu væntað. Men hetta lagaði seg við teimum eykatúrum, sum Teistin og Norðlýsið sigldu, sigur Erla Matras Jensen, formaður í ungmannafelagnum, Randarsól

Útoyggjastevna

Hóast fólkið í Hesti er fáment, hevur bygdin framhaldandi eitt virkið ungmannafelag. Tað var hetta felag, ið ber heitið, Randarsól, sum stóð fyri teimum praktisku viðurskiftunum í samband við útoyggjastevnuna í Hesti seinasta leygardag.
Randarsól hevur eitt hampiliga stórt limatal, men í løtuni búgva øll, sum manna nevndina, í miðstaðarøkinum í Suðurstreymoy. Nógv fólk, sum hava sínar røtur í Hesti, men ikki búgva á staðnum, eru limir í felagnum. Felagið hevur sjálvsagt eisini limir í Hesti og tey, sum búgva í Koltri, eru eisini limir í Randarsól.

Alt lagaði seg

Erla Matras Jensen, sum er gift hestmanninum, Hans Jákupi Niclasen, er formaður í ungmannafelagnum.
Hon heldur, at stevnan eydnaðist væl. Veðrið var gott, og tað var turt, tó at høgættarlotið kanska kendist eitt sindur kalt.
- Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at nakað kiksaði. Tað einasta, ið kanska kundi verið skipað eitt sindur øðrvísi, var flutningurin um Hestfjørð stevnudagin. Vit høvdu væntað, at trýstið at sleppa um fjørðin fór at liggja eitt sindur øðrvísi, enn tað gjørdi. Tí komu fólk at bíða á Gomlurætt.
Erla sigur, at hetta kortini lagaði seg við teimum eykatúrum, sum Teistin og Norðlýsið sigldu.

Smá túsund fólk

Formaðurin í Randarsól heldur, at seinnapartin stevnudagin vóru eini 700-800 fólk í Hesti, men sum dagurin leið, komu og fóru fólk.
Erla heldur, at út við túsund fólk tilsamans vitjaðu í oynni hendan dagin, tá ið tey eru íroknað, sum búgva í Hesti og tey, sum vóru í bygdini uppundir vikuskiftið.
- Nú so nógvar stevnur eru kring landið alt summarið, eru vit væl nøgd við, at so nógv fólk nýttu høvi at vitja út higar.
Ungmannafelagið Randarsól skipar annars fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið. Afturvendandi tiltøk eru nýggjársveitsla, tunnusláing og ruddingardagur í samband við aðalfundin. Onkuntíð hevur eisini verið skipað fyri jólaborðhaldi og útferðum.
Erla Matras Jensen sigur, at Randarsól ynskir at takka øllum, sum tóku hond í við útoyggjastevnuni, ið man vera størsta einstaka tiltakið, sum ungmannafelagið hevur verið við til í nýggjari tíð.