Ran fulla last við Azorurnar

Frystitrolarin Ran er farin at sigla heim við fullari last av djúpvatnsfiski.

Ran hevur roynt norðan fyri Azorurnar í ein góðan mánað. Upprunaliga var ætlanin at royna eftir búrfiski, men tað vísti seg ikki at vera so nógv til av honum, og tí eru bara eini 70 tons av lastini búrfiskur. Hitt er annar djúpvatnsfiskur.

 

Tað er ikki so lætt at selja djúpvatnsfisk, men lastin hjá Ran er seld.

 

Nú fer Ran at rigga til at fara á kongafiskaveiðu í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum norðan fyri Føroyar.