Mentanarvika hevur verið í Fuglafirðí. Nú er skráin um at vera liðug. Fótbóltsdysturin á Svangaskarði seinnapartin var ikki partur av skránni, men tað man eingin ivi vera um, at tað seinnapartin fara fleiri fuglfirðingar á Svangaskarð, enn tað hava verið til nakað av mongu og annars væl vitjaðu tiltøkunum, sum hava verið í vikuni.
ÍF venjarin Flemming Christensen hevur fleiri ferðir fyrr í ár undirstrikað, at hann og ÍF hava fokuserað á ein dyst í senn. Nú sigur hann í samrøðu við bold.dk, at hann og ÍF miðja eftir gullinum:
-Eg eri ovfarin av, at vit hava rokkið so langt. Í tíggju teimum seinastu umførunum hava vit vunnið 29 stig, og nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av. Spælararnir eru sjálvandi spentir, men vit vita, at tað verður torført, nú tað er so lítið eftir av kappingini, og støðan er, sum hon er, sigur ÍF venjarin, sum fyri danska netmiðlinum útgreinar, hvør reseptin er, sum teir í Fuglafirði hava arbeitt eftir:
-Vit eiga B68 á Toftum, FC Suðuroy í Vági og so HB í síðsta umfari á heimavølli. Felags fyri hesi liðini er, at vit hava vunnið tvær ferðir ímóti teimum fyrr í ár. Hetta ganga viðhaldsfólkini sjálvandi høgt uppí, men hetta er ikki tað sama sum, at vit uttan víðari vinna fulla úrtøku í trimum teimum seinastu umførunum. Nú spæla aðrar mekanismur inn. Bæði hjá okkum, nú vit eru so tætt meistaraheitinum, og hjá mótstøðuliðunum, sum annaðhvørt kunnu spæla púra frítt, tí tað er greitt, hvussu endastøðan verður, ella stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini, vísir Flemming Christensen á.
Toppliðið hevur nógvur tær seinastu ferðirnar havt Karl Løkin og Høgna Madsen á verjukendu miðvallarplássunum frammanfyri krútsterku miðverjarnar Bartal Eliasen og Høgna Zachariassen. Á Svangaskarði í dag er neyðugt at finna aðra loysn. Karl Løkin sá ímóti NSÍ síðsta sunnudag gula kortið fyri fimtu ferð í ár, og tí er hann leikbannaður ímóti B68. Avloysari verður Frank Poulsen ella Jákup Johansen
-Vit høvdu fýra skot í byrsuni, og nú eru trý eftir. Sunnudagin fáa vit aftur ein møguleika ímóti ÍF.
Tað var jarðbundna niðurstøðan hjá Bill Jacobsen, eftir at B68, sum hann nú aftur hevur ábyrgdina av, sunnudagin hevði lagt rygg til 4-0 tap i Gundadali ímóti HB.
-Í 1. hálvleiki sá tað ikki so galið út, men síðstu 40 minuttirnar skoraðu teir fýra ferðir, og teir kundu havt fingið fleiri mál. Í kvøld hava vit fjórðu venjingina í hesi vikuni, og tað gongur ikki minst út upp á at fáa spælararnar at hava álit á sær sjálvum og trúgva uppá, at tað kann bera til, sigur B68 venjarin.
Einar T. Hansen er leikbannaður. Jann Ingi Petersen og Jónleif Højgaard eru tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í Gundadali. Emmanuel Ukpai, sum spældi síðstu løtuna ímóti HB, varð skaddur undir venjing fyrr í vikuni, og hann verður ikki við ídag. Ibrahima Camara var á beinkinum sunnudagin. Tað er møguleiki fyri, at hann kemur á vøllin ímóti ÍF..
Í 2. umfari vann ÍF 2-0 á Svangaskarði.