Tey vóru væl mannað, liðið sum var í Nólsoy týskvøldið at greiða frá um Ramsar ætlanina.
Annie á Hædd fyri Fiskimálaráðið, Maria Gunnleivsdóttir Hansen og Suni Petersen frá Umhvørvisstovuni og Janus Hansen frá Náttúrugripasavninum.
Hartil vóru eisini umboð fyri hini bæði Ramsarøkini í Føroyum, Skúvoy og Mykines, eisini við á fundinum. Eisini umboð fyri Tórshavnar kommunu var við.
Og nólsoyingar sjálvir hildu seg ikki aftur. Um 40 mundu vera møttir til kunnandi fundin.
Annie á Hædd legði fyri og greiddi frá, hvat Ramsarsáttmálin var fyri nakað. Síðani greiddi Janus Hansen frá Náttúrugripasavninum frá um týdningin av, at hava ein altjóða sáttmála fyri vátlendini kring heimin, og at enda tosaðu umboðini frá Umhvørvisstovuni um innihaldið í Ramsar sáttmálanum.
Ávegis var so høvið at seta spurningar, og hetta høvið nýttu nólsoyingar.
Og tað var skjótt, at tosið fall á skjóttgangandi bátarnar, sum fura aftur og fram beint út fyri urðina og órógva lundan. Fundurin var samdur um, at hetta í hvussu er er ein stór hóttan móti lundastovninum.
Aðrir lutir, ið vórðu umrøddir, vóru rottan, og hvussu oyggin kundi haldast rottufrí. Eisini fall tosið inn á kettuna, og har var nevnd Grannastevnu samtyktin herfyri sum forðar fyri hjá einari familju at hava fleiri enn eina kettu.
Hvat er eitt Ramsarøki
Annie á Hædd er deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, og hon greiðir soleiðis frá um, hvat eitt Ramsar øki er:
- Eitt Ramsar øki er eitt búøki, har sjófuglar halda til í Føroyum og tað er talan um eitt altjóða øki. Vit hava fingið útnevnt trý slík øki í Føroyum, og tey eru Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Og tann størsti stovnurin er drunnhvítin, sum heldur til her í Nólsoy, og tí er tað skylda hjá landinum, at gera eina fyrisitingar- og verndarætlan fyri stovnin, sigur Annie á Hædd.
Hetta var eisini endamálið við fundinum í Nólsoy týskvøldið.
- At finna fram til, hvussu vit best í felag fáa eina verndarskipan í lag fyri drunnhvítastovnin, uttan at hon skal gera seg inn á livikor og líkindi hjá fólkinum á staðnum, sigur Annie á Hædd.
Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at fáa útnevnd Ramsarøki í Føroyum.
- Tann tilgongdin hevur veirð drúgv. Ramsarsáttmálin fekk altjóða gildi í 1975, og her í Føroyum hava vit tikið undir við sáttmalanum fyri rúmari tíð síðani. Men tað var ikki fyrr enn í 2010, at verulig ferð kom á málið, sigur Annie á Hædd.
2010 var útnevnt at vera lívfrøðiligt margfeldisár, og tað var hetta, ið setti gongd á arbeiði at fáa Ramsarøki í Føroyum.
- Men í 2012 fingu vit so góðkent Nólsoy, Skúvoy og Mykines sum Ramsarøki. Men tað sum víðari skal henda er upp til okkum, og tí er tað so gott, at vit nú hava fingið Umhvørvisstovuna, Náttúrugripasavnið og nólsoyingar sjálvar at samstarva um økið, sigur Annie á Hædd.
Fyrsta toyggj
Hon sigur, at nólsoyingar avgjørt kunnu vera ernir av at verða kosnir sum eitt Ramsarøki.
- Tað er avgjørt stórt, tí Nólsoy hýsir heimsins størsta drunnhvítastovni, og tð er avgjørt nakað av vera errin av. Tí við tí fylgja eisini møguleikar - ikki bara forðingar og avbjóðingar - fyri Nólsoynna og nólsoyingar, sigur Annie á Hædd.
Sum er á slíkum fundum, var eisini eitt ávíst kjak.
- Tað vóru fleiri røddir frammi, sum geva okkum, ið umboða myndugleikarnar, nakað at hugsa um í víðari tilgongdini, tí eitt er, hvat vit kunnu lesa okkum fram til í sáttmálanum nøkurlunda hvat, vit skulu gera. Men tað er eingin uppskrift fyri, hvussu ein verja fyri Ramsarøkið verður skipað, og tað er eingin felags uppskrift, hvussu gerast skal í ymsu londunum. So í veruleikanum eru vit øll á byrjunarstøði og vit skulu øll læra av hesum, men tað, sum hevur størstan týdning er, at vit í sátt og semju arbeiða saman, sigur Annie á Hædd.
Hon sigur, at hóast tilgongdin hevur verið drúgv, so er ætlanin at fáa staðfest reglugerð fyri fyrsta Ramsarøki í Føroyum í hesum árinum.
- Júst fyri Nólsoynna er ætlanin, at vit skuu hava eina fyrisitingarætlan klára fyri árslok, og síðani standa tvær oyggjar í kø, bæði Skúvoyggin og Mykines. Men júst tí, at Nólsoyggin er fyrst fyri mugu vit finna út av, hvussu vit skilabest gera, og har er tað fólkið á staðnum og tað kjak, sum hevur verið í kvøld er ógvuliga virðismikið, sigur Annie á Hædd.