Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk Juande Ramos sekkin, tí úrslitini vóru so vánalig í Tottenham. Nú er heldur frægari statt, men Tottenham hevur keypt álopsspælararnar Jermaine Defoe og Robbie Keane aftur. - Eg ávaraði leiðsluna ímóti at selja bæði Berbatov og Keane, uttan at eins góðir spælarar komu ístaðin. Eg góðtók ongantíð hesar sølur, og eg haldi, at felagið ger rætt at keypa Deofe og Keane aftur, sigur Ramos við The People.