Enska blaðið Sunday People vil verða við, at spanski venjarin hjá Tottenham, Juande Ramos, leingist heim, og tí er framtíðin hjá venjaranum í Tottenham í iva. Tað sigst verða vánaliga enska veðrið, málið og tann øðrvísi maturin sum gera, at Ramos ikki strívist í London. At úrslitini heldur ikki hava verið til vildar higartil í hesum kappingarárinum, hevur neyvan gjørt støðuna betur.