Rammstein til Danmarkar

Týsku Rammstein spæla í Skive næsta ár og brátt eru teir at síggja í Keypmannahavn. Skivefestivalurin skrivar á heimasíðu síni, at Rammstein spæla á festivalinum tann 3. juni 2010. Kunngjørt verður eisini, at Kashmir, Selvmord og Magtens Korridorer eisini spæla, og áður er kunngjørt, at Dizzy Mizz Lizzy spæla á festivalinum.

Atgonumerkir verða seld frá 30. november klokkan 10.00 á www.skivefestival.dk.

Nú 15. desember eru Rammstein á palli í Forum, men tey atgongumerkini gingu sum heitt breyð beinanvegin tey vórðu sett til sølu.