Rambler Rebel hýruvognur

Maggi hevur fastan teig um bilar í Vikublaðnum. Í farnu viku var bilurin ein Rambler Rebel hýruvognur, ið Jørmund Johansen úr Havn, átti.

Bilurin hesa vikuna er ein Rambler Rebel árgang 1967 hjá Jørmundi Johansen í Havn.

 

Jørmund koyrdi hýruvognskoyring á bilstøðini Auto við hesum bilinum. Bilurin var gulllittur við hvítum taki. Seinni keypti Árni Vang bilin og halt áfram at koyra á støðini.

 

Rambler Rebel vórðu framleiddi av American Motors Corporation og avloystu Rambler Classic í 1967.

 

Myndin er tikin í Nólsoyar Pálsgøtu - aftanfyri Havnar Klubba. Fólkini á myndini eru Havgrímur Johannesen við abbasoninum Regini Johansen. Regin er sonur Jørmund, sum eigur bilin.