Uppgerð var millum lið hjá tveimum føroyskum landsliðsleikarum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag.
Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing tóku ímóti Pernille Brandenborg og liðfeløgunum í Keypmannahavn.
Ringkøbing vann dystin 31-28. Í steðginum var Ringkøbing á odda 19-16.
Ringkøbing er nummar fimm í deildini við átta stigum. Keypmannahavn er nummar níggju, somuleiðis við átta stigum. Heili seks lið í deildini hava átta stig.
Rakul hevði eitt bjargingarprosent upp á 23,53 prosent í málinum hjá Ringkøbing. Pernille skoraði eitt mál fyri Keypmannahavn.
Í næstbestu deildini vunnu Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ringsted á heimavølli 25-23 (12-12) á Fredericia.
Talan var um fyrsta sigurin hjá Ringsted, ið er triðaftast í deildini við bert tveimum stigum.