Rakul og Ringkøbing ruku út úr steypakappingini

Rakul Wardum spældi í kvøld sín fyrsta kappingardyst við nýggja liði sínum, Ringkøbing

Føroyski landsliðsmálverjin, Rakul Wardum roynir seg nú í Ringkøbing, ið spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarárið.

 

Í kvøld spældi Rakul sín fyrsta kappingardyst fyri Ringkøbing, tá Ringkøbing á heimavølli spældi áttandapartsfinalu í steypakappingini móti Nykøbing Falster.

 

Í fyrra hálvleiki gekk væl í hond hjá Ringkøbing, og í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Í seinna hálvleiki var Nykøbing Falster omaná og vann seg víðari í steypakappingini við einum 31-25 sigri.

 

Sambært hagtølunum bjargaði Rakul átta av 34 málroyndum. Kappingarneytin hjá Rakul, Ida Marie Pedersen bjargaði tveimum av sjey málroyndum. 

 

Komandi fríggjadag klokkan 17.30 spælir Ringkøbing fyrsta dystin í bestu deildini hetta kappingarárið. Ringkøbing spælir á útivølli móti Silkeborg-Voel.