Rakul afturvald sum forkvinna

Heilsurøktarafelagið hevur havt aðalfund í dag og hevur valt forkvinnu og nevndarlimir.

Heilsurøktarafelagið hevur í dag havt sín árliga aðalfund. Á skránni var eitt nú val av forkvinnu/ formanni, nevndarlimum og tiltakslimi.

 

Valskeiðini hjá nevndarlimum og formanni/ forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum eru tvey ár.

 

Nývald í nevndina er Louisa M. Eliasen, og Birna Vágslíð er vald fyri eitt ár í staðin fyri Sjúrð Norðbúð, sum gevst í nevndini, nú hann fer í farloyvi frá sínum starvi. Nýggjur tiltakslimur er Elisabeth Eið Eliasen.

 

Bingerð Hjalmarsdóttir varð afturvald í nevndina, og Rakul í Gerðinum - á innsettu myndini - varð afturvald til forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum.

 

Sostatt eru tað Rakul í Gerðinnum, forkvinna, Malan Hansen, Bingerð Hjalmarsdóttir, Louisa Eliasen og Birna Vágslíð, sum nú manna nevndina, sum fer at skipa seg á nevndarfundi í næstum.

 

Tiltakslimir í Heilsurøktarafelagnum eru Beinta Simonsen og Elisabeth Eið Eliasen.