Raktu plett við nýggjari matstovu í Havn

Hetta er nakað, fólk hava longst e ftir, tí tað hevur gingið nógv betri enn tey høvdu væntað, sigur høvuðskokkurin

Tað var eitt rætiligt plettskot, tá ið fólkini, sum standa aftan fyri Koks, gjørdu av av lata eina nýggja matovu upp í Havn, nú koronakreppan hevur elvt til, at koks er stongt.

Tað var mánakvøldið, at tað varð kunngjørt, at ein nýggj matstova, Roks, fór at lata upp í Fútastovu í Gongini í Havn.

Roks er ein systurmatstova hjá Koks og Poul Andrias Ziska, sum er høvuðskokkur á Koks, er eisini høvuðskokkur á Roks. Hann sigur, at matstovan letur upp í annaðkvøld, Kristi himmalsferðardag, og hon er opin til 27. juni.

Tilsamans hava tey pláss fyri 920 fólkum í hesum tíðarskeiðnum.Tað var klokkan 18 mánakvøldið, at tey lótu upp fyri at fólk kundu bíleggja borð.

Og tað var beinanvegin, at bíleggingarnar fóru at streyma inn.

– Tað var heilt skjótt, at tey fyrstu 600 plássini vórðu bíløgd og nú, mitt um seinnapartin mikudagin, eru færri enn 100 pláss eftir.

– Vit vistu ikki ordiliga, hvussu hetta fór at ganga, men nú mugu vit ásanna, at tað hevur gingið nógv betri enn vit høvdu væntað, sigur høvuðskokkurin.  

Hann heldur, at ein orsøk kann vera, er, at fólk hava ásannað, at í skal summarferian skal haldast heima í Føroyum, og tí leita tey eftir upplivilsum her heima.

Endamálið við Roks er tað sama, sum tað á Koks, nevniliga at sum mest av rávørunum skulu vera føroyskar rávørur av bestu góðsku.

Hetta verður sum at fáa ein ferðlin av Koks, men á Roks verður tað munandi meiri avslappað og óformligari enn á Koks, og prísirnir verða eisini nógv lægri.

Og tað, gestirnir á Roks kunnu vænta sær, er rættir úr toski, havtasku, røstum kjøti, røstum fiski og garnatálg, havtasku, og annað.

Men ætlanin er ikki at hava somu matskrá alla tíðina, tí tey síggja fyri sær, at onkur kemur kanska meiri enn eina ferð á Roks.