Raksturin bíligari enn mett

Nes kommuna brúkti minni til rakstur og íløgur í fjør, enn bygdaráðið hevði roknað við í fíggjarætlanini.

Roknskapurin, sum bygdaráðið júst hevur góðkent, vísir, at samlaðu rakstrar- og íløguútreiðslurnar í 2013 vóru upp á 35,6 mió. krónur, sum er 3,6 mió. krónur meiri enn í 2012, har 2,9 mió. krónur stava frá meiríløgum. Í fíggjarætlanini fyri 2013 var roknað við einari samlaðari útreiðslu uppá 36,4 mió. krónur, og sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2013 786 túsund krónur minni, enn mett í fíggjarætlanini.



Í 2013 eru 28,8 mió. krónur brúktar til rakstur, meðan 6,8 mió. krónur eru brúktar til íløgur.



Kommunan skrivar á sínari heimasíðu, at í fíggjarætlanini fyri 2013 var roknað við einum halli uppá 4,3 mió. krónur, meðan staðfesta hallið bert gjørdist 3,3 mió. krónur, ella 1,0 mió. krónur minni enn roknað varð við.