Tað hevur ikki atlíð verið so tespiligt hjá hvalbingum at noyðast at liggja nátt úti í Lítlu Dímun, tá veðrið hevur spælt teimum eitt puss. Men í dag er øðrvísi.
- Teir lógu eina ótespiliga nátt í oynni í 1988. Tá høvdu teir bara hellið at kroka í, og teir vóru einki serliga væl fyri eftir eina harðbælna nátt. Men nú eru umstøðurnar so nógv broyttar, at menn mest sum kappast um at vera eftir, vil illa til við veðrinum, sigur Óli Jensen úr Hvalba, sum er formaður í nevndini fyri Lítlu Dímun.
Teir fóru út í oynna gjáramorgunin at reka.
- Vit eru vanliga bara tvær ferðir á fjalli í Lítlu Dímun um árið. Einaferð um várið í royting og einaferð um heystið í klipping. Tað, sum vit eru í oynni umframt tað, er til arbeiðis. Eitt nú at stika ella líknandi, sigur Óli Jensen.
Eftir ótespiligu náttina í 1988 hava hvalbingar fingið bygt hús í oynni, og eftirhondini eru tey fullfíggjað.
Tað eru nøkur ár síðani, at seinasta hondin varð løgd á hesi húsini. Tá vórðu tey bjálvað og klødd innan, so at tey nú eru í fínasta standi, sigur Óli Jensen.
Tað eru tvey hús í oynni í dag, eitt sunnan fyri, sum verður nýtt, tá menn eru í Lítlu Dímun og fleyga lunda, og hitt er norðan fyri, har sum rættin í oynni er.
- Húsið sunnan fyri er eitt hús til einar tíggju mans, meðan húsið norðan fyri er størri. Í fjør lógu vit 22 mans eftir í oynni, og tað gekk. Annars er húsið roknað til einar 20 mans, so tað hevur verið heilt rúmligt í ár, nú vit lógu 12 mans eftir í nátt, sigur Óli Jensen.
Líða onga neyð
Formaðurin fyri oynna sigur, at hevði tað ikki gingið so strilti at rikið, høvdu teir uttan iva nátt at fingið allan seyðin av oynni, meðan kyrt var.
- Høvdu vit havt tann hálvan annan tíman, sum raksturin tók longri enn væntað, so høvdu vit nátt at fingið teir seinastu gott 80 seyðirnar av oynni, áðrenn hann øtlaði veðrið. Men um seks-tíðina var blivið so ókyrt, at vit góvust at skjútsa seyðin umborð á Jóhannu, sigur Óli Jensen.
Tá høvdu teir fingið 104 av teimum tilsamans 192 seyðunum av oynni.
- Vit gjørdu so av at liggja nátt her í Lítlu Dímun, og tað var eingin trupulleiki at fáa 12 mans at verða eftir her úti, sigur Óli Jensen, tá vit tosaðu út í oynna stutt fyri miðdag í dag.
Umstøðurnar eru sum nevnt sera góðar at liggja nátt í oynni. Har eru koyggjusengur við luftmadrassum, og hiti og ljós er eisini nóg mikið av í húsunum. Tað var heldur ikki á nakran hátt trongligt hjá teimum 12 monnunum, og svongdin nívdi als ikki.
- Nei, vit høvdu nóg mikið av mati við, og so slaktaðu vit eisini eitt lamb í gjárkvøldið, so hungur er eingin, sigur Óli Jensen.
Hann dugir ikki at siga, nær teir fáa restina av seyðinum inn av oynni, men verður tað við Jóhannu, verður tað í fyrsta lagi seinni í kvøld.
- Hann skal koma av útsynningi seint í kvøld, og tá kyrrir her norðan fyri. Men annars hava vit verið í sambandi við tyrluna um at flyta teir gott 80 seyðirnar inn til Hvalbiar, men vit hava ikki enn fingið nakað ítøkiligt at vita, sigur Óli Jensen.
Sjónvarpslið við
Tá farið varð út í Lítlu Dímun í gjáramorgunin, var tað eitt væl mannað lið upp á 45 fólk sum fór út við. Teirra millum trý konufólk.
- Tað var eisini eitt týskt sjónvarpslið við, og har kom ein myndamaður, ein ljóðmaður og so ein kvinnuligur tolkur við upp á oynna. Men tey fóru so inn aftur við Jóhannu í gjárakvøldið, sigur Óli Jensen.
Hann sigur, at umstøðurnar í oynni nú eru so góðar, at teimum ikki nýtist at taka nakrar kjansir.
- Her er bæði turt og gott at vera, sigur Óli Jensen.
Oyggin er kend frá Brestis Kvæðnum, har hon bar eitt serligt seyðaslag. Og áseyðatalið var sambært kvæðnum stórt.
»Fimmhundrað av áseyði
Lítla Dímun bar,
svart var alt sum kolamógvur,
eyðkent slag tað var«.
Í dag er tað ikki gamla, eyðkenda seyðaslagið, sum gongur á Lítlu Dímun, og áseyðatalið er minni.
- Í dag liggur áseyðatalið um 280 til 300. Í ár hava vit tikið 192 upp á tær hálvu aðru mørkina, sum oyggin er merkt, sigur Óli Jensen.
Stórar merkur
Áðrenn sandvíkingar og hvalbingar keyptu Lítlu Dímun var hon leigað.
- Leiga var goldin fyri hvørja mørk, og tí ráddi um at hava oynna so lítla í mørkum sum gjørligt. Og tí er markatalið sett til hálvaaðru, sigur Óli Jensen.
Tað eru 48 eigarar til tað hálvuaðru mørkina, og tað svarar til eina hálva gyllin í part.
- Eigararnir eru nú bert 45 í tali, men tríggir eina eina heila gyllin, so tað gongur kortini upp, sigur Óli Jensen.
Merkurnar í Lítlu Dímun eru tískil serstakliga stórar, og vanliga taka teir sjey seyðir upp á gyllinin. Tað er tað sama, sum teir onkra aðrastaðni í landinum taka upp á mørkina.
Tað kann tykjast at vera heldur tíðliga at fara á fjall í klipping longu um hálvan september, men tað hevur eisini sína frágreiðing.
- Vanliga verður sagt, at farið verður á fjall fyrsta dag eftir 15. september, og tað eru tvær orsøkir til tað. Fyri tað fyrsta er tað veðrið, sum kann hava eina stóra ávirkan, tá longur líður út á árið, og hin er, at dagarnir styttast í stórum hesa ársins tíðina, sigur Óli Jensen.
Tá vit tosaðu við hann fyri miðdag segði hann, at tað var meiri brim í sjónum í dag, enn tað var, tá teir góvust í gjár.
- Men vit fingu at vita frá tyrluni, at hon var liðug við rutuflúgvingina um trý-tíðina nú seinnapartin, og at hon tá kundi koma at flyta seyð og fólk inn av oynni. Teir hava eina kurv, sum tekur millum 15 og 20 seyðir, so tað gongur hálvurannar tími, so eru bæði seyðir og menn komnir av oynni, sigur Óli Jensen.
Teir hava nýtt tyrluna nú tvey ár á rað, so teir kenna mannagongdina.
- So eg vænti ikki, at tað verður neyðugt at liggja eina nátt aftrat her úti í Lítlu Dímun, sigur Óli Jensen, sum er formaður í Lítlu Dímun. Hinir nevndarlimirnir eru Róin Schrøder og Signar Olsen.