Rakk málinum

Bara tað at koma í finaluna var nóg stór avbjóðing hjá Evald í Garði, sum eisini rakk hesum

Guernsey: Evald í Garði hevði longu rokkið sínum máli, tá hann fór undir finaluna á 800 metrum týsdagin, og tí var talan á ongan hátt um nakað vónbrot, tá hann kom á mál sum tann áttandi av rennarunum.
- Málið hjá mær var heilt greitt at koma í finaluna, og tí náddi eg eisini. So eg eri á ongan hátt misnøgdur um, at eg ikki slapp longur upp.
Men har var eitt øgiligt tempo á fyrstu løtuna. Var tað nakað, sum gav tær trupulleikar?
- Ja, hatta var ræðuligt. Teir settu fulla ferð á alt fyri eitt, og so sýra beinini fullkomuliga til, longu tá ein umgangur er eftir. Men hvat, har er ikki nógv annað at gera hjá mær. Eg mátti bara koyra á í ferðini, sum teir settu, og so vita, hvussu langt eg kundi halda, segði Evald í Garði at enda.