Rakettsutta

Heima á Sandi situr ein maður við einum parti av eini nýggjársrakett, sum ein barnasutta er bundin í. Hann fann hendan lutin í fjøruni í Dali fyri góðum trimum árum síðan og vil fegin vita, um nakar kennist við hesa góðu suttu

Heima hjá Kaj Nolsøe á Sandi liggur ein partur av eini nýggjársrakett við eini barnasuttu bundnari uppí. Kaj fann hendan lutin í mølini í Dali tann 30. august 2001 og kundi nú hugsað sær at vitað, um nakar kennist við, og um so er, hvør søgan er aftan fyri hesar lutirnar.
Kaj heldur sjálvur, at tað kanska er eitthvørt nýggjárslyfti, sum givið er um, at nú skal okkurt barn leggja suttuna frá sær, og so hevur ivaleyst onkur vinalig sál vilja hjálp viðkomandi við at binda hana upp í eina rakett og senda hana langt burtur. Møguliga er hon so dottin á sjógv onkunstaðni og at end rikin á land í Dali, har hon so varð afturfunnin tann 30. august 2001.
Um onkur kennist við hesa suttuna og veit søguna aftan fyri rekan at siga, hevði finnarin verið fegin um at frætt frá viðkomandi.