Hamas-leiðarin Amir Mansi doyði í einum ísraelskum álopi um vikuskiftið. Sambært ísraelska herinum var Amir Mansi leiðari á rakettdeildini hjá Hamas í Gaza og hevði avgerandi ávirkan á tey nógvu rakettálopini á mál í Ísrael. Ein talsmaður fyri ísraelsku herleiðsluna sigur, at Amir Mansi royndi at verja seg, tá ísraelskir hermenn kringsettu hann nærhendis Gedera leygardagin. Amir Mansi var útbúgvin verkfrøðingur.