Tær smáu rakettirnar eru ein álvarssom hóttan ímóti sivilu flogferðsluni, men myndugleikarnir royna at tosa sum minst um vandan, tí tað er at kalla ógjørligt at gera nakað við hann.
Serfrøðingar í flogferðslutrygd hava leingi bíðað eftir, at yvirgangsmenn fara at skjóta rakettir eftir fullsettum ferðamannaflogførum. Hósdagin skutu teir tvær rakettir av sovjetska slagnum SAM-7 eftir ísraelska ferðamannaflogfarinum í Mombasa, og sambært eygnavitnum fóru rakettirnar bara fáar metrar fram við flogfarinum. Tað eru ikki bara gamlar sovjetskar rakettir, ið kunnu nýtast til slíkar atsóknir. Bæði USA og Frakland hava gjørt nógvar slíkar rakettir. Tær bera millum tríggjar og fýra kilometrar og flúgva skjótari enn ljóðið.
Longu í nítiárunum ávaraði amerikanska uttanríkisráðiðum vandan fyri, at yvirgangsmenn kundu fara at nýta smáar rakettir ímóti ferðamannaflogførum, og hósdagin avdúkaðu franskir fjølmiðlar, at umboð fyri 25 tey størstu flogfeløgini í heiminum høvdu havt loyniligan fund í Washinton fyrr í hesum mánaðinum. Evnið var júst vandin fyri rakettálopum.
Franski yvirgangsserfrøðingurin, Jean-Luc Marret, sigur, at tað einasta óvæntaða við atsóknini í Mombasa hósdagin var, at rakettirnar raktu ikki tað ísraelska flogfarið. Hann heldur, at annaðhvørt dugdu menninir ikki at fáast við rakettirnar, ella virkaðu rakettirnar ikki, sum tær skuldu.
At vandin fyri slíkum álopum er stórur, eru serfrøðingarnir ikki í iva um. Víst verður á, at í Afghanistan hava amerikanararnir lagt hald á 6.000 tílíkar smáar rakettir, og spurningurin er so bert, hvussu nógvar ikki eru funnar.
Samstundis vísa serfrøðingarnir á, at tað er trupult at verja seg ímóti slíkum álopum. Trygdin í floghavnunum dugir ikki, tí yvirgangsmonnunum nýtist ikki at sleppa fram at flogførunum fyri at søkja at teimum. Teir kunnu sita fleiri kilometrar frá floghavnini við rakettini á økslini.










