Rakettin fór ikki uppfrá

Sunnudagin boðaðu iransku myndugleikarnir frá, at Iran hevði sent eina rakett út í rúmdina, men nú sigur tíðindastovan Reuters frá amerikonskum keldum, at rakettin fór ongantíð uppfrá. Amerikonsku keldurnar vilja ikki leggja navn til tíðindini, men sambært Reuters siga tær, at rakettin datt niður, beint sum hon skuldi lætta sær á.

Iran liggur í stríði við Vesturheimin um landsins kjarnorkuverkætlan, og í fráboðanini sunnudagin segði iranska stjórnin, at tann væleydnaða rakettroyndin skuldi vísa umheiminum, at Iran er ført fyri at senda ein fylgisvein út í ringrás um jørðina. Men hava amerikonsku keldurnar rætt, er einki í hesum.