Rakettálop á íbúðarbygningar og keypsmiðstøð

- Sambært upplýsingum, sum vit hava í løtuni, eru fleiri íbúðir og ein keypsmiðstøð rakt í russiskum álopum í kvøld, sigur borgarstjórin í høvuðsstaðnum.

 

Sambært útlendskum keldum hevur borgarstjórin í Kiev sjálvur lagt hesa mynd út á Telegram í kvøld.

Sambært borgarstjóranum í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev, Vitalij Klitsjko, hava í kvøld verið fleiri spreingingar í Podil-býarpartinum í Kiev.

 

Borgarstjórin sigur, at bæði íbúðarbygningar og ein keypsmiðstøð eru rakt í russisku álopunum.

 

- Sambært upplýsingum, sum vit hava í løtuni, eru fleiri íbúðir og ein keypsmiðstøð rakt, sigur Vitalij Klitsjko.

 

Borgarstjórin, sum hevur lagt eini boð út á Telegram, leggur aftrat, at bæði bjargingarfólk, heilsustarvsfólk og løgregla eru á staðnum.

 

Sagt verður, at vakmyndatól, sum eru í økinum, vísa, at keypsmiðstøðin Retroville er rakt í russisku álopunum.

 

Reuters veit at siga, at í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív í álopunum á Kiev higartil í kvøld.

 

 

 

Sambært útlendskum keldum hevur borgarstjórin í Kiev sjálvur lagt hesa mynd út á Telegram í kvøld.