Reuters veit at siga, at nakrar rakettir í kvøld eru skotnar móti amerikansku sendistovuni í Bagdad, sum annars liggur í sokallaðum grønum øki í irakiska høvuðsstaðnum.
Trygdarkeldur siga, at talan í minsta lagi er um tvær rakettir, og lagt verður aftrat, at í øllum førum tvey irakisk trygdarfólk hava fingið skaða í álopinum.
Í síðsta mánaði gingu iransk viðhaldsfólk annars við til ikki at leypa á amerikansku sendistovuna, sum so ofta áður hevur verið fyri líknandi álopum.
Boðini um álopið í kvøld komu bert fáar minuttir eftir, at amerikanski verjumálaráðharrin, Christopher Miller, boðaði frá, at USA tekur 500 av sínum 3000 herfólkum úr Irak.