Rakel tekur suðuroyingar inn í annan heim

Sunnudagin fer hon at fortelja suðuroyingum um at skapa eina søgu Rakel Helmsdal er væl kendur rithøvundur og henni hevur altíð dáma at siga frá søgum.

Og tað hevur hon eisini gjørt, so leingi hom minnist.

Men hvaðani koma allar søgurnar hjá Rakel?

Tað fer hon at greiða suðuroyingum frá á almennum fundi á Seglloftinum á Tvøroyri nú sunnudagin, 17. mai klokkan 15.

Tá fer hon at greiða frá hvaðani hon fær hugskot til søgurnar, hvussu tað er at arbeiða við hesum hugskotum og annars fer hon at greiða frá um tað at skapa søgur.

Áhoyrararnir sleppa eisini at hoyra brot úr søgum hennara

Rakul Helmsdal hevur skrivað kendar søgur sum ?Søgur úr Port Janua?, ?Drekar og annað valafólk? umframt røðina um Hugo og røðina um Skrímslini.

Tað er Pakkhús 4 sum skipar fyri tiltakinum, men tað er bæði fyri børn og vaksin.