Við stuttsøgunum "Spitølsk og "Skriva í sandin" gjørdust tað ávikavist Rakel Helmsdal og Marjun S. Kjelnæs, sum vunnu stóru stuttsøgukappingina, sum Bókadeildin skipaði fyri í samstarvi við Eik Banka. Og tær báðar koma víða um í kenlsulívunum hjá ungum. Meðan Rakel Helmsdal hevur valt eitt tungt evni, sum hvussu hart sjálvmorð rakar, til sína søgu, savnar Marjun S. Kjelnæs seg um livandi gerandislívið millum ung í Havn.
Sermerktar á hvønn sín hátt
Hóast søgurnar í so máta eru sera ymiskar, var dómsnevndin ikki í iva um, at tær hvør á sín hátt skaraðu framúr millum tær 44 søgurnar, sum komu inn.
Í grundgevingini fyri at lata Rakel Helmsdal virðisløn fyri stuttsøguna "Spitølsk" segði dómsnevndin millum annað, at søgan er hegnisliga bygd upp við beinraknum og sterkum lýsingum. Málið er leikandi lætt, og stílurin strammur og knappur. Evnið, ið søgan viðger, tað at kenna seg brennimerktan og útihýstan, tá ið tú ert fyri tí vanlagnu, at ein av tínum nærmastu velur at taka lívið av sær, er sárt og kensluborið, men høvundurin megnar at lýsa evnið bæði fjøltáttað og samansett, sambært dómsnevndini.
Søgan hjá Marjuni Syderbø "Skriva í sandin" er forkunnug í mátanum, hon tekur støði í føroyskum ungdómslívi í gerandisdegnum her og nú. Í grundgevingini nevndi dómsnevndin serliga, at lýsingarnar eru neyvar og heilskapaðar við góðum samrøðubrotum á løttum ungdómskendum máli.
Víðari var sagt, at tað hevur hepnast Marjuni S. Kjelnæs at skapa eina væl skipaða og væl samansjóðaða stuttsøgu, ið lýsir marglitta ungdómslívið, tá ið leitað verður eftir samleika og mørkum í náttarmyrkrinum.
Trupul málbólkur
Ein av orsøkunum til at Bókadeildin skrivaði út eina serliga kapping um søgur til ung var, at stórur tørvur er á tilfari til júst hendan málbólkin.
Tær báðar Rakel Helmsdal og Marjun S. Kjelnæs dylja heldur ikki yvir, at tær eisini halda tað vera rættiliga trupult at raka júst teir ungu lesararnar.
- Eg helt tað eisini sjálv vera mega besverligt at vera teenagari og tí blívur tað kanska eisini so strævið hjá mær at skriva um ung og teirra kenslur, sigur Rakel.
Fyri Marjun S. Kjelnæs er tað meir tað málsliga, sum hevur forðað henni í taka støði í dagsins ungdómi
- Eg haldi tað er ótrúliga ringt at raka júst tað rætta málið, sum tey ungu brúka - eisini tí málið hjá teimum ungu jú broytist allatíðina, sigur Marjun S. Kjelnæs, sum kortini á ongan hátt hevur gjørt tað lættari fyri seg sjálva í hesi søguni.
- Eg vildi royna, um tað ber til hjá mær - eini 36 ára gamlari kvinnu sum býr í Danmark - at seta seg inn í hugsunarháttin hjá einum 16 ára golum drongi í Havn. Tað hevur nokk verið tann mest spennandi avbjóðingin, sigur Marjun S. Kjelnæs.
Útgávur
Sambært Niels Jákup Thomsen, leiðara á Bókadeildini, hevur tað verið sera áhugavert at lisið tær 44 søgurnar, ið allar so ella so snúgva seg um kærleika. Sera ymiskt er, hvussu høvundarnir hava valt at lýsa evnið. Fleiri søgur eru um forelskilsi og fløkjur, ið koma fyri í tí sambandinum, aðrar søgur eru um bondini ímillum foreldur og ung, aftur aðrar eru um sambandið ímillum vinir.
Hann leggur afturat, at fleiri av søgunum eru stak væl skrivaðar, og ikki er óhugsandi at stuttsøgusavn spyrst burturúr nøkrum av teimum innkomnu søgunum.
Endamálið við kappingini er annars ein stór norðurlendsk bókaútgáva við nýggjum stuttsøgum til ung. Í savninum verða átta norðurlendsk forløg úr átta ymiskum máløkjum umboðað við einari ella tveimum stuttsøgum hvørt.
Bókin verður ætlandi givin út á heysti 2009, og hon kemur út í øllum londunum samstundis.
Sum framhald av kappingini verður skipað fyri vikusiftisskeiði í Havn 6.-9. februar 2009, har ætlanin er, at allir høvundar, ið verða tiknir við í útgávuna, skulu hittast saman við forleggjarum og fakfólki, har søgurnar verða viðgjørdar og betraðar.