Nógvar føroyskar barnafamiljur í Danmark verða nú hart raktar av eini lóg, sum Fólkatingið samtykti í 2010.
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, fólkatingslimur.
Hann vísir á, at tað er ikki ókent, at føroyingar fara til Danmarkar eitt tíðarskeið í arbeiðs- ella í lestrarørindum.
- Men nú verður tað ikki so lætt hjá føroyskum barnafamiljum, sum sær niður til Danmarkar at búgva eitt tíðarskeið.
Lógin, sum varð samtykt í 2010, ásetir nevniliga, at ein skal hava búð í Danmark í tvey ár hesi seinastu 10 árini, fyri at hava rætt til fulla barna- og ungdómsveiting.
Endamálið við hesum var at tryggja at tey, sum fingu slíkar veitingar, hava eitt veruligt tilknýti til danska samfelagið.
- Men hetta hevur sostatt við sær, at føroyingar nú vera mettir sum útlendingar, og at tað ikki longur er nokk at vera danskur ríkisborgari.
- Henda broyting loypur stóran hvøkk á barnafamiljur, sum nú fáa at vita, at tey ikki hava rætt til hesar veitingar, sigur Aksel V. Johannesen, sum undrast á, at tað ikki er nóg mikið at vera danskur ríkisborgari og partur av ríkisfelagsskapinum.
- Talan er faktiskt um heilar tríggjar ymiskar veitingar, sum lógin ávirkar: Barna- og ungdómsveitingin, barnaískoytið og forskotsútgjald av barnapeningi.
- Aksel V. Johannesen vónar, at broytingin av misgáum rakar føroyingar, og at danska stjórnin tískil ætlar at rætta mistakið.
Hann tekur nú málið upp á fólkatingi, og hevur sett danska skattamálaráðharranum, Thor Møger Pedersen, ein fyrispurning um málið.










