Mín vreiði í sambandi við grein í Dimmu frá 19. oktobur 2007: "Jacob Vestergaard pyntar upp á veruleikan", kyknaði av nýggjum.
Hví vreiði? Tí her hevði Dimma og samlaða pressan ein upplagdan møguleika at fara í dýpdina av málinum, hvussu fólki aftan fyri SeaWave hava mannererað, manupolerað og ført stovnar og feløg og stjórnir bak ljósið.
Dimma umtalar 19. oktober 2007 brævaskifti millum føroyska innlendismálaráðið (Jacob Vestergaard) og danska umhvørvismálaráðið (Connie Hedegaard), um at alduorkuverkið SeaWave á Trælanýpuni kemur at standa klárt í 2010 at veita interkommunala felagskapinum SEV streym.
Hetta vildi, var tað ikki slutur og vrøvl, sett Føroyar á heimskortið for ever, tí henda heimssensatiónin hevði ført við sær, at oljuprísurin við einum braki var fallin úr 120 USdollarum fyri tunnina niður í 10 dollarar, tí í staðin fyri olju og gassleiðningar so vórðu el-leiðningar við hákapaciteti lagdir kring knøttin allan, frá verkum sum transformera veldugu kreftirnar í havinum til ravmagn.
SeaWav er onga leið komin at fara í holt við naka alduorkuverk.
Veruleikin er tann, at granskarar á økinum hava sligið seg saman í alheims felagsskapir og hava bundið seg til at geva hvørjum øðrum informatiónir um hvørt nikk og prikk á granskingarleiðini. Nógar vísindagreinar samarbeiða og tann best vardi databankin er á hesum øki.
Øll bíða vit í spenningi, um og nær komið verður á mál. Verður einki úrslit, so má mannaættin uttan iva fara frá "modernaða lívsstílinum".
Allastaðni eru hálvir og heilir bandittar, men munurin er, at í Føroyum gevur pressan teimum frítt at fara.
Brævaskiftið millum Jacob Vestergaard og Connie Hedegaard hevur av álvara sett spurnartekin við politisku umsitingarligu støðuna í Føroyum, bæði á Christiansborg og í Bruxelles.
Man Anders Fogh Rasmussen, statsministari, og Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, ikki hava álagt Jóannesi Ejdesgaard, løgmanni og táverandi landsstýrismanni í uttanríkismálum, um í stundini at steðga Jacob Vestergaard.
So starvssetannarmálið á Strandferðsluni var bert eitt hent høvi at seta hann frá sum landsstýrismann.










