Rak í 76 samdøgur á opnum havi

Í 76 dagar rak Steven Callahan í lítlum bjargingarbáti tvørutur um Atlantshavið, eftir at seglbátur hansara sakk

Hóskvøldið 1. mai kl. 19.00, bjóðar Føroya Shell sínum skipakundum, til eitt serligt tiltak á Hotel Føroyum. Talan er um tvær spennandi frásagnir.

Í tøttum samstarvi við Trygdarmiðstøðina í Klaksvík, hevur tað eydnast Shell at fingið fatur á kenda amerikanska ævintýraranum og rithøvundanum Steven Callahan. Steven bleiv serliga kendur, tá seglskipið, sum hann sjálvur bygdi, forlisti við Kanarisku Oyggjarnar í 1982. Í lítlum bjargingarbáti rak hann í samfull 76 døgn tvørtur um Atlantshavið. Sjálvt um nógv skip sigldu fram við honum, so sá eingin bjargingarbátin. Steven royndi alt hvat hann kundi at yvirliva, og royndi hann at vinna á teimum kropsligu og sálarligu avbjóðingunum, sum hann var úti fyri. Hann navigeraði eftir stjørnunum, og yvirlivdi við teimum mest primitivu tólunum, sum hann sjálvur setti saman. Fleiri ferðir hesi 76 døgnini var hann við at geva skarvin yvir, men við einum áhaldandi treiskni og einum vilja av stáli, so megnaði hann at yvirliva.

Steven varð tikin upp av Caribiskum fiskimonnum 76 døgn eftir, at seglskipið forlistið uttan fyri Kanarisku oyggjarnar. Eftir hesa dramatisku hending, sum nógv varð at hoyra um hetta mundið, skrivaði Steven bøkurnar ?Equippet to survive? og ?76 days adrift?. 76 days afrift var bestseljari hjá New Times í meira enn 36 vikur.

Hendingin sum Steven var úti fyri, gav honum eisini íblástur til at framleiða eitt nýtt model av bjargingarbáti. Hesin bátur, sum kallast The Calm, hevur hann fingið US patent uppá.

Umframt hendan spennandi fyrilestur, so fer Hans Eli Hansen úr Klaksvík, eisini at siga frá hendingini, sum sluppin Dart var úti fyri fyrst í 1900. Nakrir ungir norðoyingar fóru til Vestmanna eftir sluppini, men tá teir komu á Borðoyarnes, koma teir í ódnarveður ? seglini skrædnaðu, og teir róku teir til havs. Í fleiri dagar royndu hesir ungu dreingir at lívbjarga sær, til teir ein dag sóu land í Hetlandi og fingu hjálp. Við samskiftinum sum tá var, hoyrdi eingin nakað til teir í Føroyum, fyrr enn góðan mánað eftir hendingina.

Tiltakið verður fyri allar skipakundar hjá Shell, og kunnu teir melda seg til hetta tiltak, við at ringja til 347412, ella við telduposti til shell@shell.fo <mailto:shell@shell.fo> . Avmarkað atgongd.