Rajoy vorðin forsætisráðharri

Spanska tjóðartingið góðkendi í dag, at tann konservativi floksformaðurin Mariano Rajoy skal standa á odda fyri landsins næstu stjórn. Í undirhúsinum, sum hevur 350 limir, atkvøddu 187 fyri Rajoy sum forsætisráðharra, 149 atkvøddu ímóti, og 14 atkvøddu ikki.

Rajoy, sum tryggjaði sær meiriluta á valinum tann 20. november, segði í dag, at tað komandi valskeiðið fer at hava nógvar og stórar avbjóðingar við sær. Hinvegin segði hann seg hava góða vón um, at tíðirnar fara at batna.

Í morgin skal Mariano Rajoy til Juan Carlos kong at svørja embætiseið sum stjórnarleiðari, og ætlandi verður tann fyrsti formligi stjórnarfundurin fríggjadagin.