Rainbow Seafood stuðlar ikki føroyameistaranum í hondbólti við 100.000 krónum í ár.
Tað boðar Neistin frá á sínari heimasíðu. Føroyameistararnir fara kortini at taka lut í altjóða kapping í ár.
Tað var eftir kappingarenda í 2009, at Rainbow Seafood vildi stuðla føroyameistarunum í altjóða luttøku. H71, sum rakk hondbóltstindinum tað árið, tók ikki av. Neistin fór sum steypavinnari og fekk handað ein fíggjarstuðul stuðul á 100.000 krónur. Tað hevur fyritøkan eisini gjørt seinastu tvey kappingarárini.
Neistin fer kortini at taka lut í kappingini fyri meistaralið í summar.