Rainbow sangari fer aftur í 80'ini í Hoyvík í nátt

Joe Lynn Turner úr »Rainbow« fer saman við Showmonnum at syngja løg sum »Streets of Dreams«, »I surrender« og »Can't Let You Go«

Í hesum døgum vitjar 65 ára gamli Joe Lynn Turner, sangarin úr Rainbow, í Føroyum. Ørindini eru at spæla tríggjar konsertir, ein var í Maggies í Nólsoy í gjárkvøldið, ein á Reinsarínum í Havn og ein verður á Jacqson í Klaksvík í kvøld klokkan 22.

 

Tey sum fara at leita sær aftur í 80'ini í Hoyvíkshøllini í Hoyvík í kvøld sleppa eisini at uppliva góða gamla Rainbowsangaran, tí um hálvgumtrýtíðina í nátt fer hann á pall saman við Showmonnum, ið enn sum áður draga 80'araungdómin aftur í tíðina.

 

Joe Lynn Turner fer saman við Showmonnum at syngja løg sum »Streets of Dreams«, »I surrender« og »Can't Let You Go«

 

Joe Lynn Turner hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum áður og hevur tvær ferðir verið á Summarfestivali.