Ragnvaldur til EM

7.-21. august fara tey menningartarnaðu at kappast um evropameistaraheitið í svimjing í pólska býnum Ostrowiec Swietokrzyski. Úr Føroyum verður ein luttakari við. Tað er 18 ára gamli Ragnvaldur Jensen, sum áður fleiri ferðir hevur verið við til kappingar uttanlands við góðum úrslitum. Venjari hjá Ragnvaldi er Tóra Øre Hansen. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingur hevur kvalifiserað seg til EM. Ragnvaldur var tó við í kappingina um heimsmeistaraheitið í 2007. Í Pólandi verður Ragnvaldur við í 50 m, 100 m og 200 m í bæði bringusvimjing og frí svimjing.