Ragnhild: Tjaldplássið er ein hugnalig bygd

Alt størri áhugi er fyri at gista í eksklusivu tjaldbygdini á Summar Festivalinum


Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóðað fólki at gista við tjaldi mitt í Klaksvík. Tjaldplássið á Akursmørk liggur í hjartanum á festivalinum, og har eru umstøðurnar framúr at hava eitt gott vikuskifti.

- Tjaldbygdin á Summar Festvalinum er kanska hugnaligasta bygd í Føroyum, sigur Ragnhild Ellingsgaard, sum stendur fyri tjaldplássinum.

Áhugin fyri at gista í tjaldbygdini á Summar Festivlainum er sera stórur í ár, og nú eru bert fá pláss eftir.