Ragnhild Kjærbo listaframsýning í Svendborg

Føroyska listakvinnan, Ragnhild Kjærbo, hevur framsýning í Svendborg í døgunum 11. oktobur til og við 15. novembur.

Føroyska listakvinnan, Ragnhild Kjærbo, hevur framsýning í Svendborg í døgunum 11. oktobur til og við 15. novembur.

 

Unga talentið er kent fyri sínar lýsingar av serstakliga fuglum – sokallaðar ”fuglaselfies” í akvarel. Verk hennara eru ómetaliga væl umtókt, og hon hevur úr at gera. Bíleggingarnar eru so mikið nógvar í tali, at hon hevur ilt við at fylgja við.

 

Á ferniseringini leygardagin 11. oktobur kl. 13-15, ber til at hitta listakvinnuna. Samstundis bert høvi at uppliva ein serstakan føroyskan dám henda dagin í ARTsFÆLLER, Skattergade 14, 5700 Svendborg.

 

Føroyski tónleikarin, Eiler Østerø, fer at spæla gittar, og sangarinnan Gunnhild Andreassen fer at syngja. Umframt hetta verða smakkiroyndir av ølinum og sodavatninum hjá Føroya Bjór. Í sambandi við ferniseringina hava fólk møguleikan at keypa drykkjuvørurnar á staðnum, eisini kunnu tey hava tær við sær heim.

 

Faroefish.dk luttekur við einum bási, har møguleiki verður at keypa frystan fisk, sum t. d. toskafak, fiskafrikadellur, knettir, laks og ræstan fisk

 

Meira um tiltakið á www.artsfæller.dk.