Fríggjadagin verður Ragnhild Sørensen í Sorø 60 ár. Hon er ættað úr Kaldbak og gentueftirnavnið er Reinert. Ragnhild flutti til Danmarkar í 1959 og hevur líka síðani búð í Sorø.
Øll árini hevur hon verið sera virkin. Hon situr nú triðja valskeiðið á rað í býráðnum í Sorø, umboðandi sosial demokratarnar. Hon situr í mentanarnevndini í býráðnum, og í sonevndu pbs-nevndini, ið tekur sær av børnum, ið koma illa fyri. Farna valskeið sat hon í nevndini, sum skuldi fáa arbeiðsleysum arbeiði til vega. Henda nevndin er nú niðurløgd, tí einki arbeiðloysi er í kommununi.
Umframt hesi størv í býráðnum situr Ragnhild sum formaður í nevndini fyri Sorø Amtsmuseum, sum formaður fyri musikskúlan í Sorø, og í skúlanevndini fyri Sorø Akademi, har nógvir góðir, gamlir føroyingar hava gingið gjøgnum tíðirnar.
Umframt er hon formaður í Føroyingafelagnum á Vestursælandi og limur í nevndini fyri St. Olavskirkjulið.
Ragnhild arbeiðir á einum stovni fyri sinnissjúk, men 1. nov. fer hon frá við eftirløn, tí sum hon sigur, fær hon meiri tíð at taka sær av øllum tí, hon er uppií.
- Tá kann eg koma til Føroyar, tá eg vil, sigur Ragnhild.
Ragnhild er gift Erling Sørensen og tey eiga børnini Olav, Ullu og Elin, og barnabørnini Signe og Andreas.
60 ára føðingardagurin verður hildin í Slaglille-Bjernede Forsamlingshus frá kl. 14.00. Vit ynskja Ragnhild til lukku við degnum.










