Ragnarok í Sambandsflokkinum

Fyrrverandi landsstýrismaðurin hjá Sambandsflokkinum, Eilif Samuelsen, langar út eftir tingmanningini hjá Sambandsflokkin. Hann heldur, at flokkurin hevur onga styrki longur og skírir flestu tinglimirnar fyri at vera sjálvssøknar.

Sambandsflokkurin rør í løtuni ein hin tyngsta róðurin í søgu floksins. Søgurnar hava leingi gingið um, at innanhýsis í Sambandsflokkinum hevur stríð valdað og seinastu dagarnar hava prógvað, at limirnir í tingmanningini hjá Sambandsflokkinum eru alt annað samdir.
Um vikuskiftið eru innanhýsis stríðsmálini í Sambandsflokkinum veruliga komin til sjóndar. Hóast flokkurin meldaði alment út fríggjadagin, at flokkurin stuðlaði Johan Dahl, so er kortini komið fram, at bæði Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen ikki tóku undir við stuðulinum.
Býráðspolitikkarar fyri Sambandsflokkin í Havn og Klaksvík hava eisini givið til kennar, at teir ikki vóru samdir við avgerðini hjá tingmanningini at stuðla fyrrverandi Fiskimálaráðharranum.
Nú hoyrist eisini, at fleiri limir í Sambandsflokkinum venda flokkinum bakið. Innanhýsis stríðið og aggið í Sambandsflokkinum fær nú fyrrverandi landsstýrismannin hjá Sambandsflokkinum, Eilif Samuelsen, at tala at.

Sjálvmál
Eilif Samuelsen sigur, at rumblið um fortíðina hjá Johan Dahl átti slettis ikki at komið fyri
?Mann visti fullvæl, hvat Johan Dahl hevði gjørt á Vágs Skipasmiðju. Tað átti at verið nóg mikið til, at flokkurin sá burtur frá honum. Tað sum síðan er komið fram, kundi mann so ikki vita, men bara at hann stóð á odda fyri Vágs Skipasmiðju átti at verið nóg mikið. Flokkurin hevur altíð sett reinførið hjá landsstýrisfólkunum fremst og tí var avgerðin um at seta Johan Dahl óheppin, sigur Eilif Samuelsen.

Eingin disiplin
Eilif Samuelsen sigur, at tað kennist ómetaliga sárt at síggja støðuna Sambandsflokkin í dag. Hann lýsir flokkin fyri at vera høvuðleysan, sum hann málber seg.
?Flestu fólkini í tingmanningini arbeiða ikki fyri flokkin, men bara fyri seg sjálvan. Tað hoyrir ongastaðni heima, at flokkurin fer út í fjølmiðlarnar og sigur hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum landsstýrismanni, sigur hann.
Eilif leggur afturat, at Sambandsflokkurin hevur altíð lagt dent á, at øll innanhýsis mál verða viðgjørd innanhýsis og at tað er formaður floksins um úttalar seg vegna flokkin.
?Tað eru avgjørt nýggir tónar, at øll skulu fáa at vita, hvørjar ósemjur eru í flokkinum. Allir flokkar hava av og á stríð innanhýsis, men limirnir hava somikið av disciplin at tað ikki kemur út. Tingmanningin í dag hevur onga floksdisciplin, sigur Eilif Samuelsen.

Einki upplagt formansevni
Seinast í mars mánaði hevur Sambandsflokkurin árliga landsfundin og tá lagt upp til eitt satt ragnarrok, har viðurskiftini í flokkinum seinastu mánaðirnar óivað verða endavend. Eitt av høvuðsevnunum á fundinum verður at kjósa ein nýggjan formann.
Eilif Samuelsen sigur seg ikki síggja nakran lim í tingmanningini sum eitt upplagt formansevni. ?Ongin hevur í løtuni tað neyðugu dygdinar til at leiða flokkin. Tá mann ikki fær tað besta, so má mann noyðast við tað næst besta, vísir Eilif á.
Eilif Samuelsen heldur, at eingin styrki er í flokkinum longur. Hann sipar serliga landsstýrismannabýtið, har Sambandsflokkurin eftir hansara meting fekk alt ov lítið burtur úr.
- At minsti samgonguflokkur fær flestar landsstýrismenn er ov vánaligt. Sum størsti flokkuri, átti flokkurin sjálvsagt at fingið flestar landsstýrismenn, sigur hann