Ragnar skal fáa argjamenn í form

Betri deildin menn: Tað verður Ragnar Poulsen, sum skal fáa argjamenn í form

Tað verður Ragnar Poulsen, sum skal fáa argjamenn í form til komandi kappingarár. Hann hevur verið høvðusungdómsvenjari hjá AB í fjør, men broytir nú leiklut. Hann skal verða kropsligur venjari hjá besta mansliðnum og venjari hjá U17-liðnum.

 

Undan honum hevur yngri beiggin, Rógvi Nónsgjógv Poulsen, verið kropsligur venjari hjá AB. Rógvi N. Poulsen er í dag kropsligur venjari hjá 07 Vestur.

 

- Ragnar Poulsen hevur B-venjaraprógv og hevur kandidat-útbúgving í humanfysiologi. Í fleiri ár hevur hann eisini verið ungdómsvenjari niðri í Danmark. Nú Ragnar Poulsen fer úr høvuðsungdómsvenjarastarvinum merkir hetta, at AB eisini fer at søkja eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara í næstum, skrivar AB

 

AB skrivar eisini, at Símun Waag Høgnesen verður hjálparvenjari hjá U17-liðnum, og at felagið takkar undanfarnu venjarunum hjá hesum árganginum, Róa Henriksen og Oddi Dam. Hevur boðaði fyrr í dag frá, at felagið hevur fingið ein nýggja áleypara í kanadiska Aramis Kouzine.