Ragnar rann frá sjúkuni

Hóast sjúkan systisk fibrosa hevur fylgt honum alt lívið, rann Ragnar Isaksen sunnudagin sítt fyrsta maraton nakrantíð – hóast hetta mestsum skuldi verið ógjørligt. Men Ragnar er so mikið treiskur og »svakur«, sum hann sjálvur málber seg, at hann slett ikki klárar at liva uttan ítrótt og rørslu

– Sjálvt um eg eri sjúkur og altíð havi verið tað, livi eg eitt púra vanligt lív og vil eisini hava, at tað skal vera soleiðis. Eingin skal taka synd í mær, og eg kann eisini stórt sæð gera tað sama sum onnur. Ofta hugsi eg eisini, at tað eru mong onnur, ið hava nógv verri ting at stríðast við, enn eg havi. Men yvirhøvur hugsi eg slett ikki um, at eg eri sjúkur, tí við árunum er hetta bara blivið mín lívsstílur.

Tað sigur 25 ára gamli kvívíkingur, Ragnar Isaksen, sum er ein av umleið 15 føroyingum, ið hava sjúkuna systisk fibrosa. Sjúkan krevur, at hann hvønn morgun og hvørt kvøld situr í hálvan tíma til trý korter við einari masku og einum munnstykki, sum reinsar lungu og andingarleið fyri slím. Til hvørja máltíð má hann taka tablettir, fyri at magin skal upptaka matin, og eina ferð um mánaðin noyðist hann niður til Danmarkar til eftirlit.

At Ragnar helst er nakað fyri seg, kunnu óivað fleiri skriva undir uppá, og sunnudagin flutti hann í øllum førum mørk, tá hann var ein av umleið 10.700 rennarum, sum vóru við í Copenhagen Marathon, har hann gjøgnumførdi teir 42,195 kilometrarnar við tíðini tríggir tímar og 33 minuttir.

Í grundini skuldi tað slett ikki latið seg gjørt, tí ein so langur rennitúrur átti at lagt so mikið stórt trýst á lunguni, at tað var ógjørligt hjá einum sjúklingi við systiskari fibrosu at gjøgnumført. Men tað vísti seg ikki at bila hjá Ragnari, ið ongantíð fyrr hevði runnið tann langa maratonteinin.


Stórt yvirskot

– Hetta var ein ófatiliga stór uppliving, tí har var fólk allastaðni. Og skal eg siga sum er, so fullu teir fyrstu 25-30 kilometrarnir mær øgiliga lætt. Kanska var tað, tí eg ikki legði so ógvusliga út, men tá eg hevði runnið 35-36 kilometrar, var eg hinvegin púra útlúgvaður, greiðir Ragnar frá.

– Tað vóru kortini ikki lunguni, ið gjørdu mær fortreð, men beinini. Yvir einar seks til sjey kilometrar fekk eg fleiri ferðir krampar og var rættiliga illa sperdur. Men tá so hálvurannar kilometur var eftir, vísti tað seg allíkavæl, at eg hevði so mikið stórt yvirskot, at eg kundi klappa uppsteðgaðum rennarum á ryggin og biðja teir halda fram, tí nú var so øgiliga stutt eftir á mál.

At kappast í ítrótti er ikki nakað nýtt fyri Ragnar, sum hevur spælt fótbólt, vunnið føroyameistarheiti í golf, verið stýrimaður á fleiri kappróðrarbátum og nú eisini er rennari. Og kanska vóru tað royndirnar frá síðstu metrunum við Kvívíkingi, Junkaranum ella Orminum Langa, ið góvu honum tað eyka, sum skuldi til á tí allarsíðsta teininum sunnudagin.

– Tá bara einir 700 metrar vóru eftir á mál, fór eg at spurta og yvirhála eina rúgvu av fólki. Eg kom við fullari ferð um málstrikuna og gjørdi eitt gallróp, tí hetta var jú ein øgiliga stórur sigur fyri meg persónliga, sigur hann.

– Eg havi bara runnið í eitt ár, og flaggdagsrenningin í fjør var mín fyrsta kapping, og tá var eg eisini við í Tórshavn Maraton. Stjórin hjá mær, Lars Müller, sum rennur nógv sjálvur, meldaði meg til, og hóast eg ongantíð fyrr havi tímað at runnið, eri eg blivin fullkomuliga bitin av tí nú.


Treiskur og »svakur«

Á heimafrontinum fær Ragnar góðan stuðul, tí eisini daman hjá honum, Anni Joensen, rennur og var við í kappingini í Keypmannahavn sunnudagin, har hon kom á mál eftir fýra tímum og 19 minuttum, sum eisini er ein útmerkað tíð.

– Vit búgva í Kollafirði, har vit eisini venja saman, og til tað endamálið finst neyvan nøkur betur egnað bygd, tí í Kollafirði ber til at renna sera langar teinar í bygdum øki, so tú ikki nýtist at hugsa um ferðslu, bilar og annað, men bara skalt hugsa um at renna. Sjálvur renni eg onkuntíð eisini ein túr til Kvívíkar, so umstøðurnar at halda renningina við líka eru góðar hjá okkum, sigur Ragnar Isaksen, sum ikki veit um nakran annan føroying við systiskari fibrosu, sum hevur gjøgnumført eitt maraton.

– Eg eri so mikið treiskur og »svakur«, at eg slett ikki klári at liva uttan ítrótt og rørslu. Mínar royndir eru, at um eg íðki nógv, so eri eg eisini betur fyri. Geri eg einki í einar tvær til tríggjar vikur, verði eg verri fyri, so hetta er mestsum eitt slag av heilivági hjá mær. Og nú gangi eg og umhugsi, um eg ikki eisini skuldi farið at súkklað, so hvør veit, hvat tað næsta verður…