Ragnar Isaksen kann kalla seg Føroya besta golfspælara í ár.
Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Golffelag fyri felagsmeistarakapping á golfbreytini á Glyvursnesi. Felagsmeistarakappingin verður eisini kallað óalmenna føroyameistaraheitið í golf.
Talan var um sokallað slagspæl, har tann, sum brúkar fægst sløg, vinnur kappingina.
- Kappingin varð spæld yvir tveir dagar, har 18 hol vórðu spæld hvønn dagin. Longu fyrsta dagin setti Ragnar seg tungt á leiðsluna við at spæla tey 18 holini í 85 sløgum.
Í tíðindaskrivi verður víst á, at vandi var fyri, at kappingin ikki kundi spælast liðug í vikuskiftinum, tí spælið mátti útsetast fyrrapartin sunnudagin vegna tjúkkan mjørka.
- Byrjanin varð tí útsett til klokan 15, tá sólin aftur bakaði yvir Glyvursnes og restina av Føroyum.
Lagt verður aftrat, at seinna dagin gekk enn betur hjá Ragnari, sum gekk breytina í 81 sløgum og brúkti sostatt tilsamans 166 sløg at koma gjøgnum tey 36 holini.
Næstur honum var Óskar Eiríksson, sum brúkti 182 sløg tilsamans, og síðan Janus Norðberg, sum gjørdist nummar trý við 187 sløgum tilsamans.
14 golfspælarar vóru við í felagsmeistarakappingini