Ragnar A. Jacobsen hevur eina sendirøð í útvarpinum, hann kallar fyri Norðurljóð.
Og hesa sendingina eru tey í Norrøna felagnum so fegin fyri, at tey góvu honum eitt norrønt herðaklapp.
- Vit í Norrøna Felagnum fegnast stórliga um, at tú gert títt til at gera vart við norðurlendska tónleikin í útvarpinum, søgdu tey í felagnum, tá ið tey góvu honum herðaklappi í Norðurlandahúsinum í morgun.
- Við sendinginiert tú við til at økja um kunnleikan til norðurlendska mentan, og tú prógvar í hvørjari sending, at norðurlendskur tónleikur er annað enn Vikingarnar og ShuBiDua.
Norrøna Felagið nýtti norðurlandadagin 23. mars til at handa Norrøna Herðaklappið á fyrsta sinni.
Ætlanin hjá felagnum er at heiðra einum fólki, sum ger nakað serligt fyri at økja um kunnleikan til Norðurlond og skapa samband og vinarlag millum londini.
Heiðursgávan er ein ferðaseðil fyri tvey við nýggja NORÐUR-netverkinum hjá Atlantsflog, sum gongur til Reykjavíkar, Bergen og Edinburgh.
Á myndini er Ragnar A. Jacobsen, saman við Turid Christophersen, forkvinnu í Norrøna felagnum, høgrumegin, og Brynhild Næs Petersen, nevndarlimi.