Ragnar hevur, síðani tað varð farið undir at gera sjónvarp í Føroyum, verið við í fremstu røð. Hann og Zacharias Hammer vóru við frá byrjanini av, og teir munnu vera teir einastu, sum vóru við í privata Sjónvarpsfelagnum, og sum framvegis hanga í.
Foreldrini hjá Ragnari vóru Lena og Conrad Joensen, sum búðu á Dalavegnum í Havn, og sum bæði høvdu røtur í Norðoyggjum. Lena var úr Klaksvík, og Conrad var føddur í Havnini, men búði fleiri av barna- og ungdómsárunum í Klaksvík. Lena og Conrad fingu fimm børn - Eyðun, Árni, Ragnar, Marion og Sára.
Ragnar lærdi til radiomekanikara hjá beiggjanum, Eyðuni, sum fyrst í seksti árunum hevði sett seg niður í Runavík. Ragnar arbeiddi í fleiri ár á samskiftisdeildini hjá Telefonverki Føroya Løgtings. 15. juli í 1983 varð hann settur í starv hjá Sjónvarpi Føroya, sum tá var farið undir fyrireikingar at senda alment føroyskt sjónvarp. Teir fóru at senda í 1984.
Ragnar var í nógv ár tekniskur leiðari, og hann má avgjørt roknast sum ein av teimum, ið vóru við til at leggja lunnar undir Sjónvarp Føroya. Hesi seinastu árini hevur Ragnar verið leiðari á samvirkisdeildini, sum tekur sær av nógvum av uppgávunum og upptøkunum, sum regluliga eru á skránni.
Ragnar er giftur við Svanhild, fødd Christiansen, sum eisini er ættað úr Havnini, og sum eisini hevur røtur í Norðoyggjum. Mamma hennara, Annemalla, er úr Svínoy, og pápin, Leivur, er úr Norðdepli. Svanhild hevur eisini verið trúgv í sínum arbeiðsplássi. Í august í fjør hevði hon starvast innan skúlafyrisitingina í 40 ár!
Svanhild og Ragnar eiga fýra børn - Malan, Tórun, Leivur og Bárður. Malan býr í Tanzania, har hon og maðurin eru trúboðarar, og hini trý búgva í Havnini. Higartil eru abbabørnini hjá Ragnari fimm í tali.
Í frítíðini hava Ragnar og Svanhild ferðast nógv, og teimum dámar ógvuliga væl at fara til Svínoyar, har tey fyri einum tjúgu árum síðani bygdu fitt og snotulig hús norðuri á Gamla garði.
60 ára føðingardagurin verður hildin í dag, leygardagin.