Rafael Nadal vann søguligan sigur í París

Spaniólin vann í gjár French Open, tá hann vann 6-3, 6-2, 6-3 á landsmanninum David Ferrer.

 

Hann hevur fyri kortum havt álvarsligan skaða í knænum, men í dag stendur hann sum vinnari av French Open fyri áttandi ferð. Meir enn nakar annar.

 

- Eg var bangin fyri at eg ongantíð fór at fáa møguleikan at vinna French Open aftur. Fyri fimm mánaðum síðani trúði ongin upp á, at eg hevði nakran møguleika at standa her í dag, sigur 27 ára gamli Rafael Nadal.

 

Hann vann finaluna sannførandi, eftir at hann leingi stríddist við Novak Djokovic í hálvfinaluni.

 

- Mært dámar ikki at samanbera sigrar, men hesin er serligur fyri meg, legði Rafael Nadal afturat.

 

French Open er komin at enda á hesum sinni. Rafael Nadal vann einmansleikin hjá monnum, meðan Serena Williams vann einmansleikin hjá kvinnum.