Spaniumaðurin, Rafael Nadal hevur vunnið stóru tenniskappingina, Australian Open í Melbourne í dag. Talan er um fyrsta sigurin hjá Rafael Nadal í Australian Open kappingini. Í finaluni sigraði Rafael Nadal 3-2 á sveisiska Roger Federer. Settúrslitini gjørdust 7-5, 3-6, 7-6, 3-6 og 6-2. Finalan vardi í heilar 4 tímar og 23 minuttir.
Rafael Nadal hevur nú vunnið 6 Grand Slam kappingar (t.e. Australian Open, French Open, Wimbledon og US Open). Roger Federer hevur vunnið 13 Grand Slam kappingar. Amerikanski Pete Sampras eigur metið við 14 vunnum Grand Slam kappingum. Rafael Nadal er tó bert 22 ára gamal, og heldur hann gongdini, so er sannlíkt, at hann fer at taka metið hjá Pete Sampras.