Rafael Benitez er ein væl lýddur maður í einum parti av Liverpool, eftir at hann í 2005 vann Champions League sum nýggjur venjari hjá Liverpool. Í gjár gjørdi hann ein trý ára sáttmála við grannarnar og arvafíggindan Everton.
Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð, at Rafael Benitez fór at taka við eftir Carlo Ancelotti í Everton. Nøkur av viðhaldsfólkunum hjá Everton hava víst sína ónøgd við, at felagið tekur ein fyrrverandi venjara hjá Liverpool.
Hetta er eitt skifti, sum helst deilir viðhaldsfólkini í tvey. Tað eru tey viðhaldsfólkini hjá Liverpool, sum halda at hetta ger, at tey ikki hava hann høgt í metum longur. Hjá viðhaldsfólkunum hjá Everton er tað tíðin sum venjari hjá Liverpool, ið fyllur mest. Hann segði millum annað eina ferð, at Everton var eitt lítið felag. Tað er ikki gloymt.
– Eg veit hvat hetta merkir fyri viðhaldsfólkini hjá Everton. Eg veit hvat tað merkir fyri fólkið í býnum. Tað verður avgerandi at viðhaldsfólkini stuðla, sigur Rafael Benitez.
Vit skulu heilt aftur til 1892, fyri at finna ein venjara, ið hevur verið venjari hjá bæði Everton og Liverpool. Tað var William Edward Barclay, sum bæði var fyrsti venjari hjá Everton, og síðani hjá Liverpool, tá tað bleiv stovnað í 1892.
Rafael Benitez vann fram sum venjari hjá einum evnaríkum Valencia, áðrenn hann í 2004 bleiv venjari hjá Liverpool. Her bleiv hann umstríddur bæði tí hann endaði í hornatøkum við flestu av venjarunum í Premier League, og tí hann kom í stríð við nýggju eigararnar hjá Liverpool um hetta mundið.
Síðani hevur hann verið venjari hjá feløgum sum Inter Milan, Real Madrid, Chelsea og Newcastle, men samanlagt hevur talan verið um minni góð avrik.Tey flestu halda, at 61 ára gamli Rafael Benitez toppaði, tá hann var venjari hjá Valencia og Liverpool.