- Tað er við sorgblídni, at eg kunngerði at eg ikki longur er venjari hjá Liverpool. Eg vil fegin takka øllum starvsfólkinum og spælarunum fyri teirra avrik, sigur 50-ára gamli Rafael Benitez í tíðindaskrivi.
Fyri løtu síðani skrivaði portalurin, at Rafael Banitez helst fór at blíva koyrdur innanfyri teir komandi 48 tímarnir. Tað gekk ikki meir enn ein góður tími, so var forsøgnin hjá ensku miðlinum veruleiki.
- Eg fari altíð at minnast tær góðu tíðirnar, teir trúðføstu áskoðararnir, sum stuðlaðu í teimum ringu tíðinum og kærleikan frá Liverpool. Eg havi ikki orð fyri hvusu nógv eg takki tykkum fyri øll hesi árini. Eg eri errin av at kunna siga, at eg havi verið venjari hjá tykkum, sigur Rafael Benitez.
Tað verður mett, at Rafael Benitez fekk áleið 40 milliónir krónur í endurgjaldi fyri at ógilda sáttmálan.
- Enn eina ferð takk fyri og minst til - ?You´ll Never Walk Alone?, sigur Rafael Benitez at enda.
- Rafa fer í altíð at vera partur av søguni hjá Liverpool, fyri at hava vunnið Champions League í søguligu finaluni í Istanbul. Eftir eitt skuffandi kappingarár í ár, hildu báðir partar, at ein nýggj byrjan var tað besta fyri øll, sigur
fyribilsformaðurin í Liverpool, Martin Broughton.